Havnar Fimleikafelag: Í dag hava Norðoya Sparikassi og Havnar Fimleikafelag undirskrivað avtalu um at halda fram við samstarvinum, og við hesi avtalu er Norðoya Sparikassi høvuðsstuðul hjá HF í fimleikaárunum 2023/24 og 2024/25.
Havnar Fimleikafelag fegnast um, at Norðoya Sparikassi vil vera við til at tryggja menningina av fimleikinum, og við sínum stuðli er við til at leggja tryggar lunnar undir virksemið hjá felagnum.
"Vit gleða okkum at halda á fram við góða samstarvinum, sum hevur verið millum partarnar, og heppin vóru vit at fáa Silva á vitjan í Fimi, tá avtalan varð undirskrivað," sigur nevndin hjá Havnar Fimleikafelag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo