Havnar Badmintonfelag: Aftur í ár skipar Havnar Badmintonfelag fyri, at leikarar luttaka í Reykjavík International Games.
Í morgun fór eitt ferðalag á 69 fólk, harav 41 ungir badmintonleikarar til Íslands at taka lut í Reykjavík International Games (RIG). Spælt verður í U13, U15, U17 og U19.
Byrjað verður tíðliga leygarmorgunin, og hildið verður áfram til síðsti dystur er leiktur seint sunnudagin. Nógvir dystir eru á skránni, tí ungu badmintonleikararnir skulu spæla í øllum trimum greinunum – einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki.
Vónirnar til kappingina eru góðar. Leikararnir hava áður kláraðu seg sera væl í hesi kapping og tí er spenningurin stórur í ár.
Í ár hevur TBR, sum er størsta badmintonfelag í Íslandi, bjóða HBF av til lið vinardyst friggjakvøldið í U13, U15, U17 og U19. Spennandi verður at fylgja við, hvussu leikur fer.
Ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin 6. februar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo