Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

ÍSF: Á ÍtróttaFAGNAÐINUM hjá ÍSF verður stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, viðurkent við heiðurslønini ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2022. Her ber til at skjóta upp eitt vælvirkandi felag ella samband, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.

Víkingur, Royn og H71 eru í uppskoti til viðurslønina ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2022, sum verður latin á ÍtróttaFAGNAÐINUM í Norðurlandahúsinum tann 4. februar.

Víkingur hevur seinastu árini veruliga torað at sett sær stór mál – við at satsa uppá egnar leikarar og venjarar, og allir venjarar hjá børnum og ungum eru sjálvboðin, og netupp tað sjálvbodna arbeiðið er nakað, ið eyðkennir Víking.

Eisini hevur man í fleiri ár lagd stóran dent á at hava breiddini við, so langt upp sum møguligt. Av tí at fólkagrundarlagið ikki er serliga stórt (2272 fólk), so er tað jú av stórum týdningi, at fráfallið er so lítið sum møguligt, tí tá eitt lið skal mannast til heilan vøll við 11 leikarum (og fleiri á bonkinum), so er brúk fyri øllum.

Hetta hevur givið úrslit, tí Víkingur er tað felagið, ið hevur flest leikarar skrásettar í mun til fólkatalið í økinum/kommuni (458 skrásettir leikarar). Heili 20 % av fólkinum eru skrásett sum virknir fótbóltsspælarar.

Felagið hevur eisini fingið góð úrslit, og hevur m.a. í ár vunnið kappingina um Løgmanssteypið ímóti KÍ við so at siga bert føroyskum leikarum, har nógv teir flestu eru uppvaksnir í felagnum. Víkingur endaði eisini á 2. plássi í landskappingini.

Í Víkingi leggja tey dent á at dyrka ein góðan felagsskap, tí tey bjóða eitt gott og seriøst tilboð til børn, ung og vaksin í nærumhvørvinum, og tí at tað er ein felagsskapur, har tað er pláss fyri øllum.

Ítróttafelagið H71:
Ítróttarfelagið H71 hevur í mong ár – og ikki minst í 2022 – gingið undan sum felag og við greiðum visjónum fyri at menna føroyskan ítrótt og altjóða mál.

H71 hevur savnað leikarar, foreldur, sjálvboðin, fólk í Føroyum og uttan úr heimi, sponsorar, kommunur, land og mong, mong onnur um eina menning og um mál fyri føroyskan ítrótt og felagsskap, sum fá høvdu trúð møguligt.

H71 lærir frá sær allastaðni, og roynir at fáa onnur feløg í Føroyum at byggja á tað, ið er lært og vunnið i Hoyvík.

Úrslitini hava verið framúr, og felagið hevur ælt nógvar leikarar, sum nú spæla hondbólt á hægta stigi í útlandinum.

Bóltfelagið Royn er eitt lítið felag, sum hevur verið í stórari menning seinastu árini, og serliga í 2022 hevur menningin verið eyðsýnd.

Fyri fýra árum síðani bleiv ein menningarætlan sett í verk fyri barna– og ungdóms fótbóltin hjá Royn. Orsøkin var, at meginparturin av børnunum í Hvalbiar sókn ikki luttóku í nakrari ítróttargrein í síni frítíð. Vitandi um, at tað er sera umráðandi, at børn eru aktiv í síni frítíð í einum sunnun felagsskapi, fór Royn í holt við at skipa sítt virksemi samsvarandi.

Í 2022 gjørdi Royn av at seta tveir høvuðsungdómsvenjarar í starv. Annar av hesum var Brynjar J. Poulsen, ið fekk heiðurin ársins ítróttarfyrimynd 2022, og hetta hevur riggað sera væl, og fleiri eru løgst afturat felagnum.

Vøksturin í limatalinum millum børn og ung í 2022 er heili á 34 %, og í dag eru útvið 60% av øllum børnum og ungum í sóknini limir í Royn. Foreldur eru somuleiðis aktiv í felagnum sum sjálvboðin, og er Royn tí ein breiður felagsskapur, har pláss er fyri øllum.

At Royn, sum eitt tað minsta felag í landinum, tordu at droyma stórar dreymar og seta teir í verk fyri fýra árum síðani, hevur nú givið ávøkst og er til stóra gleði fyri børn, ungdóm og familjur teirra.

Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2022 eina peningaupphædd á 15.000 krónur. ÍtróttaFAGNAÐURIN verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 04. februar kl. 20:00

Høvuðsstuðlar hjá ÍtróttaFAGNAÐINUM 2022 eru:

SMS – Atlantic Airways – Smyril Line – Tórshavnar Kommuna – Varðin – Poul Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo