Føroya Ríðingarfelag: Leygardagin var árliga Ringríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag í Reiðhøllini í Havnardali. Hetta er gamalt afturvendandi tiltak, har reiðfólk við einum bambuspinni, skula raka í ein ring ið hongur á gott tveir metra hædd.
Í ár var luttøkan sera góð og serliga hjá teimum ungu vóru nógv ross við, heili 17 ross vóru við í kappingini hjá teimum ungu, tey flestu úr Havn, men stuttligt var at síggja at ross eisini komu úr Vágum og Eysturoynni. Aftaná eina spennandi kapping, vann Eyðdis H. Djurhuus á hestinum Sirkill, tey bæði vunnu steyp til ognar. Tinna Nónklett og Snæðdis vunnu ein kraftfóðursekk frá Búrøkt fyri at vera besta grýla á rossi.
Hjá teimum vaksnu var eisini góð luttøka, har vann Elisabeth Niclasen á Prinsessu, tey vunnu ferðasteyp og kraftfóðursekk frá Búrøkt.
Tiltakið endaði við tunnusláing fyri bæði børn og vaksin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo