Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Lagið er gott í føroysku leguni undan dystunum móti Luksemborg - Mynd: Bjarni Enghamar

Lagið er gott í føroysku leguni undan dystunum móti Luksemborg - Mynd: Bjarni Enghamar

Lagið er gott í føroysku leguni undan dystunum móti Luksemborg - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Føroysku kvinnurnar hava nú verið í Luksemborg í tveir dagar og avgreitt tríggjar venjingar undan fyrra vinardystinum móti Luksemborg. Lagið er stak gott í føroysku leguni og spælararnir gleða seg nú til at sleppa í dyst, sigur miðverjin Birita Ryan.

– Vit hava vant væl hesar báðar dagarnar og kenna okkum væl fyrireikaðar til at møta Luksemborg. Vit vænta okkum tveir spennandi dystir, har vit í stóran mun kunnu vera við til at skapa dystirnar, og tað hava vit eisini lagt stóran dent á í fyrireikingunum. Nú haldi eg mest, at vit bara gleða okkum til at sleppa í eldin, sigur ungi verjuspælarin.

Vinardystirnir eru liður í fyrireikingunum hjá kvinnulandsliðnum til Nations League kappingina, sum byrjar í heyst. Við nýggja kappingarleistinum kunnu væntast fleiri dystir móti londum, sum eru í námind av Føroyum á altjóða styrkislistanum, og tí eru vinardystirnir móti Luksemborg sera væl hóskandi.

Fyrri dysturin verður spældur í annaðkvøld, mikukvøldið 5. apríl kl. 18.30, og leinki til stroyming verður tøkt dystarmorgunin.

Niðanfyri eru myndir frá venjingini í dag, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo