Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd frá 2022. Semifinalur og finalur verða spældar í atrium, har ið góður møguleiki er at hyggja. Televarpið sendir eisini frá hesum pørtum av kappingunum

Mynd frá 2022. Semifinalur og finalur verða spældar í atrium, har ið góður møguleiki er at hyggja. Televarpið sendir eisini frá hesum pørtum av kappingunum

Mynd frá 2022. Semifinalur og finalur verða spældar í atrium, har ið góður møguleiki er at hyggja. Televarpið sendir eisini frá hesum pørtum av kappingunum

Havnar Dartfelag og Dartsambandið: Í døgunum 31. mars til 2. apríl skipar Havnar Dartfelag saman við Dartsambandi Føroya fyri altjóða dartkappingunum á Glasi.

Talan er um kappingarnar Tórshavn Darts Open og Faroe Island Darts Open.

Fríggjadagin er eisini ein kapping á skránni. Tá er talan um sokallaða warm-up kapping í tvímansleiki.

Kappast verður allar dagarnar bæði hjá kvinnum og monnum.

Kappingarnar eru partur av kappingarskránni hjá World Darts Federation (WDF).

Krútsterk kapping
Aftur í ár eru fleiri sterkir útlenskir spælarar við í kappingini. Millum aðrar kunnu nevnast vinnarin hjá monnum frá í fjør, sviin Edwin Torbjørnsson, bretin John Scott og danin Brian Løkken, ið hevur spælt í HM-endaspælinum fyri fáum árum síðani.

Hesir útlendsku profilarnir skulu dystast móti okkara sterkastu spælarum, sum hetta seinasta árið hava fingið sera góð úrslit í altjóða kappingum, og kunna sostatt sigast at vera væl betri fyri enn til Tórshavn Open í 2022.

Hjá kvinnunum eru eisini fleiri sterkir útlendskir spælarar við, millum aðrar báðir svensku Tórshavn Open finalistarnir frá 2022, svensku Anna Forsmark og Maud Jansson.

Lutakarar úr nógvum londum
Samanlagt verða umleið 125 leikarar við í kappingunum. Umframt føroysku leikararnar, koma yvir 50 leikarar úr hinum norðurlondunum, Onglandi, Týsklandi, Hollandi og Eysturríki.

Televarpið sendir beinleiðis
Leygarkvøldið 1. Apríl frá kl. 19:00 og sunnukvøldið 2. apríl frá kl 18:00 eru semifinalur og finalurnar hjá kvinnum og monnum á skránni.

Hesir dystirnir verða vístir beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum. Nógv verður gjørt burturúr og bæði frásøgumenn og samrøður við luttakarar verða.

Møguleiki er eisini at koma út á Glasir at hyggja allan dagin. Serliga tá ið kvartfinalurnar byrja er gott pláss at hyggja. Semifinalur og finalur í øllum kappingunum verða spældar í atrium.

Sterkt altjóða felt av spælarum
Í tílíkum kappingum verða spælarar seedaðir eftir hvussu ogv stig teir hava á stigalystanum hjá WDF.

Seedingar hjá monnum
⦁    John Scott (ENG)
⦁    Brian Løkken (DK)
⦁    Edwin Torbjörnsson (SWE)
⦁    Niels-Jørgen Hansen (DK)
⦁    Vitor Charrua (ÍSL)
⦁    Erik van Manen (HOL)
⦁    Ivan Madsen (DK)
⦁    Uni Árting (FØ)

Seedingar hjá kvinnum
⦁    Anna Forsmark (SWE)
⦁    Maud Jansson (SWE)
⦁    Ingibjörg Magnusdóttir (ÍSL)
⦁    Anja Springborg Larsen (DK)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo