![Asla Johannesen FSF Varpid 05 04 2023 1600x900](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/d/0/csm_Asla_Johannesen_FSF_Varpid_05-04-2023-1600x900_19b006980c.jpg)
Liðskiparin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Ásla Johannesen - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Talan gjørdist um eina sanna málveitslu í ársins fyrsta dysti hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum mikudagin møtti Luksemborg í fyrra av tveimum venjingardystum, sum eru á skránni í hesum døgum.
Úrslitið gjørdist javnleikur 5-5, eftir at Føroyar vóru á odda 3-2 í hálvleikinum. Heidi Sevdal skoraði tvey mál, meðan Ásla Johannesen, Jensa Tórolvsdóttir og Julia Naomi Mortensen gjørdu hvør sítt.
Aftaná dystin fekk FSF Varpið orðið á liðskiparan, Áslu Johannesen.
Seinni venjingardysturin móti Luksemborg verður leygardagin klokkan 17:30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo