Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Talvsambandið: Báðir okkara fremstu telvarar, Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen, sum hava vunnið FM-heitið seinastu seks árini, eru einsamallir á odda við fullum stigatali eftir fyrstu tvey umførini í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar. Teir eru eitt heilt stig undan hinum næstu.

Í øðrum umfari pálmasunnudag vann Helgi á Martin Poulsen og Høgni knógvaði Luitjen Akselsson Apol. Báðir máttu kortini arbeiða fyri sigrinum. Høgni tóktist leingi vera við undirlutan í spennandi talvi móti Luitjen, men var kortini kringari í endatalvinum, og vann. Helgi var aftur sannførandi í dag. Martin hevur fingið ringastu byrjanina, men eisini harðastu mótstøðuna.

Rógvi Egilstoft tapti sunnukvøldið fyri Olaf Berg. Teir fóru ikki undir talvið fyrr enn um nátturðatíð, tí Rógvi var upptikin av fótbólti fyrr á degi. Tað gjørdist sum væntandi var eitt rokmikið talv. Í ógreiðari støðu offraði Rógvi mann, kanska hevði hann forroknað seg, tí einki spurdist burturúr riddaraoffrinum, og Olaf vann lættliga eftir tað. Møguliga er tað í so harður kostur fyrst at spæla fótbólt móti KÍ og so til Havnar at telva móti sterkum mótstøðumanni.

Uppaftur meira rokmikið var talvið millum skyldmenninar Eyðun Nolsøe og Carl Eli Samuelsen. Tað endaði javnt, men hvørgin spardi krútið. Eyðun átti helst at vunnið, men Carl Eli spjálkaði sum frægast, og fekk til endans talvið javnt.

Spenningur
Í 3. umfari eru spennandi dystir á skránni. Brøðurnir Høgni og Rógvi bresta saman í innanhýsis víggi, sama gera Helgi og Olaf Berg.

3. umfar (mánadagin 3. apríl kl. 17:00)
Høgni Egilstoft Nielsen - Rógvi Egilstoft

Olaf Berg - Helgi Dam Ziska

Martin Poulsen - Eyðun Nolsøe

Carl Eli Samuelsen - Luitjen A. Apol

Hinir bólkarnir
Í 1. bólki hevur Herluf Hansen úr Havnar Telvingarfelag lagt seg á odda við fullum stigatali. Síðani eru fleiri við einum stigi.

Í almenna bólkinum eru fýra við fullum stigatali eftir tvey umfør. Teir eru Flóvin Tummasarson og Rógvi H. Olsen, báðir úr Klaksvíkar Talvfelag, Ingi Wiberg úr Sandavágs Talvfelag og Jóhan E. Hansen úr Havnar Telvingarfelag.

Og í unglingabólkinum eru trý við fullum stigatali; Petur Magnussen, Andreas Davidsen og Markus Samuelsen.

Meira sæst um FM-kappingina á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo