Tórshavnar kommuna: Í gjár varð sáttmáli um umhvørvisvinarligan graslíkisvøll í Hoyvík undirskrivaður. Talan er um ein vøll av slagnum DOMO, ið er eitt niðurlendskt merki.
Hetta er sama slag av graslíki sum er á vøllinum inni í Vika. Hetta merkir, at umframt sand, so hevur vøllurin tundur sum ífyllu, og er hetta betri fyri umhvørvið enn gummigranulat.
Tórshavnar kommuna og P/F Føroya Møblasøla undirskrivaðu í gjár sáttmála um veiting av nýggjum graslíkisvølli á Hoyvíksvølli. Vøllurin er í dag heimavøllur hjá FC Hoyvík.
Umframt nýtt graslíki og stoytdoyvingarlag, verður eitt ávíst arbeiði gjørt við at slætta sjálvt undirlagið á vøllinum. Verkætlanin byrjar hálvan apríl, og endar eftir ætlan hálvan juni 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo