Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Dartsambandið: Fyrstu pílarnir í Tórshavn Open 2023 vórðu kastaðir á Glasi fríggjakvøldið, tá kappast var í tvímansleiki. Kappingin í tvímansleiki er ein upphitingar-kapping til tær báðar altjóða skrásettu kappingar í einmansleiki, sum eru leygardagin og sunnudagin.

Bronsuheiðursmerki hjá kvinnum og monnum
Hjá kvinnum vóru 9 pør við í kappingini, meginparturin útlendskir leikarar. Í fjórðingsfinaluni hittust tvey av føroysku pørunum, og tí var heilt víst, at okkurt føroyskt par kom í hálvfinalurnar. Dysturin endaði við, at Birthe Sikivat/Joan Edvør Jacobsen vunnu á Beintu Joensen/Nadju Tróndardóttir. Í hálvfinaluni var tó ikki nógv at gera hjá Birthe/Joan Edvør, tær taptu greitt móti klárt sterkasta parinum í kappingini, svensku Anna Forsmark/Maud Jansson, sum eisini endaðu við at vinna kappingina.

Enn fleiri bronsuheiðursmerki monnum
Hjá monnum vóru 28 pør við í kappingini, helvt um helvt føroyskir og útlendskir leikarar.

Tá komið var framm til fjórðingsfinalurnar, vóru framvegis føroyskir leikarar við í øllum dystunum. Uni Árting/Jan McIntosh taptu greitt móti einum svenskum pari og Marjus Hansen/Heri Kallsoy høvdu heldur ongan møguleika móti sterkum leikarum úr Hollandi/Onglandi.

Betur gekk hjá Hans Eivind Olsen, sum spældi saman við Roland Lenngren úr Svøríki. Teir vunnu sera tættan dyst móti einum norskum pari. Jan Erik Fjallstein/Jón Johansen gjørdu fullkomuliga bart í teirra fjórðingsfinalu, tá teir vunnu ein flottan 4-1 sigur á einum donskum pari. Í hálvfinaluni var tó ikki nógv orka eftir hjá føroysku spælarunum, sum allir taptu greitt. So tað endaði við bronsu til tríggjar føroyskar leikarar. Sviarnir Edwin Thorbjørnsson/Bjørn Lejon endaðu við at vinna kappingina.

Allan leygardagin og sunnudagin verður spælt í einmansleiki. Rás1 hjá Televarpinum sendir beinleiðis frá avgerðandi dystunum leygarkvøldið frá kl 19 og sunnukvøldið frá kl 18.

Úrslit Tórshavn Open tvímansleikur kvinnur

1. Anna Forsmark/Maud Jansson, Svøríki

2. Brynja Jónsdóttir/Isabelle Nordskog, Ísland

3. Elin Eikesdal/Ingibjørg Magnusdóttir, Noreg/Ísland

3. Birthe Sikivat/Joan Edvør Jacobsen, Føroyar

Úrslit Tórshavn Open tvímansleikur menn

1. Edwin Thorbjørnsson/Bjørn Lejon, Svøríki

2. John Scott/Erik van Manen, Ongland/Holland

3. Hans Eivind Olsen/Roland Lenngren, Føroyar/Svøríki

3. Jan Erik Fjallstein/Jón Johansen, Føroyar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo