Talvsambandið: Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag er aftur føroyameistari í talvi fyri einstaklingar.
Tað gjørdist greitt fyri løtu síðani, tá ið Helgi vann á Eyðuni Nolsøe úr Klaksvíkar Talvfelag í sjeynda og seinasta umfari í FM-kappingini. Helgi vann hetta seinasta talvið í stórum stíli.
Og Helgi hevur vunnið FM-heitið 2023 í stórum stíli. Hann fekk 7½ stig av átta møguligum. Hetta er samstundis sætta FM-heitið hjá føroyska stórmeistaranum.
Enn er bara liðugt á nøkrum borðum á Finsen, har kappingin gongur, men tað er longu greitt, sama hvussu úrslitini fella, at brøðurnir Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft úr Sandavágs Talvfelag, verða ávikavist nummar tvey og trý í Landsliðsbólkinum.
Meira verður at frætta seinni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo