Televarpið: Sekstan feløg eru í bollanum, tá ið Televarpið mánakvøldið 3. Apríl sendir frá lutakastinum í kappingini um Løgmanssteypið. Sent verður beinleiðis á Rás 1 klokkan 20:00, sum er beint eftir dystin millum B36 og HB, sum verður vístur á somu rás.
Tað verður Eli Hentze, sum vann Løgmanssteypið við B71 í 1993, sum fer at taka kúlurnar úr bollanum og para feløgini í teimum átta dystunum, sum skulu spælast í fyrsta umfari.
Fyrsta umfar verður spælt leygardagin 22. apríl.
Televarpið sendir beinleiðis frá Løgmanssteypinum
Til samans skulu seytjan dystir spælast í kappingini um Løgmanssteypið, áðrenn vinnarin kann lyfta steypið á Tórsvølli 4. november.
Televarpið hevur gjørt avtalu við Fótbóltssamband Føroya um, at allir dystirnir verða vístir beinleiðis í Televarpinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo