Síðsti FM-finalu dystur fyri yngru deildirnar á hesum sinni er nú leiktur í Trongisvági, og harvið er kappingarárið 2022/2023 liðugt fyri hesar deildirnar.
ÍF setti punktum við at vinna 2-0 á Ternuni í kappingini fyri dreingir 12.
Í 1. settið fylgdust liðini nakað uppeftir, men móti endanum setti ÍF trumf á og legði seg langt framum og vann settið sannførandi.
Í 2. settið fylgdust liðini allan vegin og Ternan byrjaði at hava sett bólt, men ÍF kom aftur og vann settið 28-26 og harvið eisini føroyameistaraheitð.
Dagsins leikari fyri ÍF varð Filip Jovevic og dagsins leikari fyri Ternuna varð Elias Búason Jensen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo