Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Helgi Dam Ziska er nú einsamallur á odda við fullum stigatali. Í fjórða umfari týsdagin er toppdystur millum Helga og Høgna

Helgi Dam Ziska er nú einsamallur á odda við fullum stigatali. Í fjórða umfari týsdagin er toppdystur millum Helga og Høgna

Helgi Dam Ziska er nú einsamallur á odda við fullum stigatali. Í fjórða umfari týsdagin er toppdystur millum Helga og Høgna

Talvsambandið: Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er nú einsamallur á odda í FM-kappingini í talvi við fullum stigatali eftir trý umfør.

Helgi vann í kvøld við svarta fólkinum á Olaf Berg við sama eyðkenda, trygga spæli, sum hann hevur havt í øllum sínum talvum higartil í kappingini. 

Talvið millum brøðurnar Høgna og Rógva Egilstoft endaði javnt, men her var als ikki talan um eitt friðarligt remis í røttum brøðraanda. Tað var tvørturímóti farið til stálið, so at neistarnir fuku kring borðið. Rógvi tóktist at hava sigurin í hendi, men var ikki nóg neyvur í endatalvinum. Tíðin var knøpp, og yngri bróðirin vísti enn eitt dømi um sítt snildsiliga kynstur, tá ið hann lumpaði sær eitt remis í ógvuliga hættisligari støðu.

Tað var harður dystur á hvørjum borði í triðja umfari í kvøld. Carl Eli koppaði Luitjen í fløktum talvi, sum torført var at fáa hylling á. Men Carl Eli telvaði væl og vann at enda sannførandi.

Talvið millum Eyðun Nolsøe og Martin Poulsen endaði javnt. Talvið gjørdist drúgt, men lá helst allanvegin innan remismark, hóast telvað var væl og leingi.

Dagsins umfar
Soleiðis var telvað í triðja umfari í Landsliðsbólkinum í dag:

##med2##

Toppdystur týsdagin
Í fjórða umfari týsdagin bresta favorittarnir báðir, okkara bestu telvarar og føroyameistarar seinastu seks árini, saman. Helgi Dam Ziska móti Høgna Egilstoft Nielsen. Helgi við hvíta fólkinum.

Helgi hevur telvað best higartil. Høgni hevur verið kroystur í tveimum av talvunum, men við góðum snildum hevur hann kortini loftað sær úr vanda. Men móti stórmeistaranum er neyðugt at telva lýtaleyst, skalt tú hava ein møguleika.

Tó er vert at hava í huga, at talvini millum Helga og brøðurnar Egilstoft Nielsen enda ofta remis. Viðhvørt vinnur Helgi. Í vanligum standardtalvi hevur Helgi einki talv tapt móti føroyskum mótstøðumonnum, síðan hann gjørdist stórmeistari í 2016. 

Fleiri munnu fara at fylgja við beinleiðis á netinum, tá ið fyrstu leikirnir verða fluttir í morgin klokkan 17.00.

Telvað verður soleiðis í fjórða umfari týsdagin: 

##med3##

Hinir bólkarnir
Í 1. bólki eru Herluf Hansen úr Havnar Telvingarfelag og Torkil Nielsen úr Sandavágs Talvfelag á odda við 2½ stigi hvør.

Í almenna bólkinum er Flóvin Matras Tummasarson úr Klaksvíkar Talvfelag einsamallur á odda við fullum stigatali.

Og í unglingabólkinum er Petur Magnussen úr Havnar Telvingarfelag einsamallur á odda við fullum stigatali.

Meira kann lesast á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo