Parasport føroyar: Hotel Hafnia hevur longt samstarvsavtaluna við Parasport Føroyar.
Avtalan ber við sær at Hotel Hafnia heldur fram at verða ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport Føroyar.
Hotel Hafnia stuðlar við avtaluni Parasport Føroyar í tilgongdini at eggja enn fleiri at íðka ítrótt, umframt at bocciakappingarnar sum Parasport skipar fyri, verða nevndar Hafnia open.
- Vit fegnast um, og eru sera takksom fyri at Hotel Hafnia vil halda fram at stuðla arbeiðinum hjá Parasport Føroyar eins og tey hava gjørt seinastu árini, sigur Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyar.
- Slagorðið hjá Parasport Føroyar er "øll kunnu íðka", og skal vera heilt natúrligt at øll, uttan mun til kropsligar ella kognitivar avbjóðingar, íðka ítrótt undir hóskandi viðurskiftum. Hetta krevur áhaldandi arbeiði og er ein slík stuðulsavtala við til at tryggja arbeiði."
- Vit síggja tað sum ein framíhjárætt at sleppa at stuðla Parasport Føroyar, og fegnast um at samstarvsavtalan er longd, sigur Pætur T. Thomsen, stjóri á Hotel Hafnia
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo