Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssamband Føroya: Næstsíðsti FM-finalu dystur fyri yngru deildirnar er nú leiktur í Trongisvági.

Tað vóru sørvágsgentur, sum fóru avtstað við føroyameistaraheitinum fyri gentur 12, tá SÍa vann 2-0 á KÍF a.

SÍ legði seg munandi á odda í 1. setti og sá leingi út til at vinna hetta settið stórt. Genturnar úr Kollafirði kempaðu seg tó innaftur í dystin.

2. settið var sera líkt 1. settinum, har SÍa legði seg greitt á odda, ímeðan KÍFa royndi at fylgja við.

Genturnar úr Sørvági hava eisini vunnið steypafinaluna og eru tær tí greipuvinnarar.

Venjari hjá SÍ a er Annika á Stongum, sum eisini er hjálparvenjar hjá A-landsliðunum við kvinnum og venjari hjá KÍF a er Jana Jacobsen, sum til dagligt starvast hjá Flogbóltssamband Føroya.

Dagsins leikari fyri SÍa varð Anna Katrina í Haraldstovu og dagsins leikari fyri KÍFa varð Maria Kristensa.

Allir dystirnir síggjast á Rás 1 á Televarpinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo