Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Flogvøllurin er broyttir nógv, síðani fyrsta flogfarið lendi fyri 61 árum síðani. Fleiri útbyggingar eru gjørdar, virksemið er vaksið og fyri stuttum lendi fyrsta farmaflogfarið. Men hvussu er skilabest at skipa Flogvøllin framyvir? Tann spurningin og fleiri aðrar setur Fólkaflokkurin sjóneykuna á mánakvøldið kl. 19:00 í Sørvágs Skúla.

Vága Floghavn byrjaði við at vera ein hernaðarfloghavn, sum varð bygd undir seinna heimsbardaga. Tí var tað ikki fyrr enn 17. juli 1963, at fyrsta flogfarið – undir vanligari flogferðslu – lendi í Vágum.

Í dag, 61 ár seinni, er flogvøllurin í Vágum framvegis karmur um flogferðsluna í Føroyum, og er hann tann størsta hurðin til útheimin, sum føroyingar hava. Nógvar broytingar eru hendar – og fleiri eru ávegis. Eitt nú, tá fyrsta farmaflogfarið í Føroyum lendi í vágunum fyri fáum vikum síðani. Eitt nýbrot í føroyskari flogsøgu.

Men hvussu skal framtíðin hjá Vága Floghavn síggja út? Skal virksemið víðkast enn meira, og skulu fleiri útbyggingar gerast? Hetta evnið setur Fólkaflokkurin sjóneykuna á mánakvøldið 15. Apríl í Marghøllini í Sørvágs Skúla. Tiltakið byrjar kl. 19:00. Kaffi og kaka verður at fáa, og øll eru so hjartaliga vælkomin.

Skráin:

19:00: Vælkomin
Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, bjóðar vælkomið.

19:10: Útbyggingar í Vága Floghavn
Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, leggur fram um ferðslu, útlit, framtíðarætlanir og útbyggingar.

19:30: Framløga: Farmaflúgving til og úr Føroyum
Birgir Nielsen, stjóri í Farcargo, leggur fram um, hvussu tað er at vera fyrsta farmaflogfelagið í Føroyum, og hvussu hevur gingist.

19:50: Tónleikur: Jórunn Gudmundsen
Dugnaliga sangarinnan úr Sandavági, Jórunn Gudmundsen, spælir nøkur løg

Steðgur

20:15: Framløga: Framtíðarætlanir í Atlantic Airways
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, greiðir frá virkseminum og framtíðarætlanunum í felagnum.

20:25: Framløga: Simulator AW139 og A320 verkætlanin
Hans Erik Jakobsen, Head of Training í Atlantic Airways Aviation Academy, leggur fram um AW139 og A320 verkætlanina.

20:35: Orðið er frítt
Øll hava møguleika at koma til orðanna. Viðmerkja ella spyra um eitt og hvørt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo