FBF Úrslit: SÍ-Mjølnir 2-0 (25-9, 25-16)
SÍ vann Bónuskappingina fyri kvinnuungligar ímóti Mjølnir. Talan bleiv ongantíð um ein veruliga spennandi dyst.
SÍ luttók í 6 av finalunum í Bónuskappingini, og við sigrinum hjá kvinnuunglingunum tók SÍ 5 sett av gullheiðursmerkjum og steypum heimaftur við til Sørvágs.
Ikki kann sigast annað enn, at Christiano R. Campos, venjari hjá SÍ, hevur hildið á, har sum Rajko Petrovic slepti.
SÍ vann fyrsta sett greitt, men í øðrum settið var Mjølnir betri við og meira spenningur var í hesum settinum. Tó kom Mjølnir ongantíð nærhendis eini hóttan av sigrinum hjá SÍ
Dagsins leikari í dystinum var Sofía Weihe Simonsen úr SÍ.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo