Vága kommuna: Hósdagin 25. apríl kl. 16.00, verður skipað fyri flaggdagshaldi í Skúlanum á Giljanesi.
Sum vant, verður skrúðgonga úr Miðvági og Sandavági inn á Giljanes. Byrjað verður at ganga úr Miðvági kl. 15.30 frá bygdaskúlanum, og úr Sandavági kl. 15.30 frá Virkishúsinum við Ánna. Inni á Giljanesi spælir Sørvágs tónleikarafelag, Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin, og síðan verður tað Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, sum í ár heldir flaggdagsrøðuna.
Skótalið Mikkjals á Ryggi skipar fyri skrúðgonguni. Vónandi møta ítróttarfeløg og onnur fjølment til skrúðgonguna. Aftaná flaggdagshaldið selja skótarnir kaffi/te og vaflur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo