Løgmálaráðið: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, ið varðar av Vága Floghavn, luttók á aðalfundi hósdagin 18. juni. Hann avgjørdi at styrkja um fíggjarligu førleikarnar í nevndini, við at tilnevna Boga Bendtsen afturat verandi manning.
"Vága Floghavn hevur ætlanir um at gera íløgur fyri 1.3 mia. kr. komandi árini. Hetta er ikki smávegis, men er neyðugt fyri at kunna menna tænastuvinnuna í Føroyum, soleiðis at vit hava fleiri bein at standa á í framtíðini.
Flogvøllurin skal útbyggjast til at kunna hýsa 1 millión árligum ferðandi, ið út frá einari hóvligari meting longu gerst veruleiki í 2040.
Bogi hevur nógvar royndir úr fíggjargeiranum og hevur í SEV arbeitt við stórum verkætlanum seinastu árini. Tí gleðist eg um, at hann hevur játtað ja til at sita í nevndini”, sigur landsstýrismaðurin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo