FBF Úrslit/Føroya Tele-deildin, kvinnur: TB – Dráttur 2-3 (24-26, 23-25, 25-22, 27-25, 9-15)
TB, sum undan hesum dystinum hevði fingið stig í seinastu fýra dystunum, vísti aftur vøddar í gjár ímóti oddaliðnum Drátti, sum tó at enda vann spennandi fimmsettaran.
TB hevði settbólt í fyrsta settinum, men Dráttur tók leikbrá og vann tríggjar teir næstu bóltarnar og settið 26-24. Í øðrum setti hevði Dráttur greiða yvirvág og var á odda 20-15, men TB kom afturíaftur og minkaði um munin til 23-24, men við seinna settbóltinum eydnaðist Drátti at vinna 25-23.
TB hevði fimm settbóltar í triðja setti, og við tí fjórða eydnaðist loksins at vinna settið 25-22, eftir at venjarin Arthur D. Poulsen hevði tikið leikbrá fyri at steðga stimanum hjá Drátti, sum nærkaðist alsamt.
Á odda 20-14 og 21-16 var líka við at TB lorkaði sær settið av hondum, tí Dráttur javnaði til 21-21 og legði seg á odda 22-21 og fekk eisini settbólt við støðuna 24-23, men TB yvirlivdi og vann settið 27-25.
Í javnbrótaranum fekk Dráttur tíðliga yvirtakið. TB legði seg á odda 3-2, men so vann Dráttur sjey av teimum næstu átta stigunum, og fór framum 9-4. Tann munurin helt sær restina av settinum, sum Dráttur vann 15-9.
Fyri Drátt hevur úrslitið í sær sjálvum ikki tann stóra týdningin, tí liðið hevur langt síðani vunnið sær sæti í FM-finalunum, har liðið hevur heimavøll i fyrru finaluni, tí tað liggur nr. 1 á stigatalvuni - og kann ikki takast.
Við bara einum stigi fyri dystin fór teoretiski møguleikin hjá TB at røkka finalunum, men tað hevði kravt at bæði Fleyr og SÍ taptu allar sínar dystir, sum eru eftir. TB liggur sum nú er á tryggum fjórðaplássi, trý stig frammanfyri Mjølnir, sum hevur truplar dystir eftir; harímillum tveir ímóti SÍ, sum jagstrar finalupláss.
KÍF – Ternan 3-0 (25-11, 25-18, 25-23)
Kollfirðingar vunnu lættliga á Ternuni í gjár, og tey trý stigini merkja, at KÍF nú hevur fínan møguleika at taka Mjølnir á 5. plássinum aftur. Júst tey bæði møtast í Klaksvík næsta sunnudag. Mjølnir er í løtuni eitt stig frammanfyri KÍF.
Mjølnir kann tó betra um sína støðu longu í kvøld, men so skal okkurt púra óvæntað henda, tá klaksvíkingar vitja í Sørvági kl. 18, har SÍ við sigri kann lyfta seg upp á annaðplássið – og taka finaluplássið frá Fleyr, sum áðrenn dystin í kvøld er tvey stig frammanfyri SÍ.
Eftir dystin í kvøld hava Fleyr og SÍ hvør sínar tveir dystir eftir. Fleyr hevur Drátt og Ternuna; SÍ hevur TB og so Mjølnir eina ferð aftrat. Næsta vikuskifti kann lagna teirra vera mest sum avgjørd.
Leygardagin vitjar Fleyr á Giljanesi, har Fleyr helst skal vinna á Drátti fyri at halda lív í finalu-vónini. Men ikki minni týdningarmikil fyri Fleyr er dysturin fríggjakvøldið millum TB og SÍ, tí vinnur SÍ trý stig tá, so verður ikki nóg mikið hjá Fleyr at vinna á Drátti, um SÍ annars vinnur hinar báðar dystirnar hjá sær ímóti Mjølni. Men TB tykist vera væl smurt í løtuni, og TB-venjarin Arthur D. Poulsen fer at gera alt hann kann fyri at fáa sítt lið at vinna í sínum næstsíðsta heimadysti, nú hann hevur boðað frá, at hann gevst sum TB-venjari eftir hetta kappingarárið.
Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | Dráttur | 16 | 34 | 42 |
2 | Fleyr | 16 | 16 | 31 |
3 | SÍ | 15 | 11 | 29 |
4 | TB | 15 | -1 | 22 |
5 | Mjølnir | 15 | -10 | 19 |
6 | KÍF | 16 | -9 | 18 |
7 | Ternan | 15 | -41 | 1 |
Dystir í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum næstu vikuna:
Mánadagin 8. apríl: SÍ – Mjølnir kl. 18:00
Fríggjadagin 12. apríl: TB – SÍ kl. 18:00
Leygardagin 13. apríl: Dráttur – Fleyr 13:00
Sunnudagin 14. Mjølnir – KÍF kl. 13:00
Sunnudagin 14. TB – Ternan kl. 14:30
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo