Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Bara formlig samtykt av roknskapinum var á skrá á eykaaðalfundinum, og tað sást aftur á uppmøtingini. Vinstrumegin borðið er tað Karl Jóhan Nielsen, nevndarformaður, Leivur Nattestad og Jóhannes (Hanni) D. Hansen. Høgrumegin er tað Klæmint Weihe, næstformaður, Fróði H. Poulsen, kassameistari, og Regin Davidsen, tiltakslimur

Nevndin í Krígssavninum heldur fram óbroytt. Vinstrumegin frá er tað Karl Jóhan Nielsen, formaður, Marna Jacobsen, skrivari, Magnus á Stongunum, nevndarlimur, og Fróði H. Poulsen, kassameistari. Klæmint Weihe, næstformaður, vantar á myndini

Bara formlig samtykt av roknskapinum var á skrá á eykaaðalfundinum, og tað sást aftur á uppmøtingini. Vinstrumegin borðið er tað Karl Jóhan Nielsen, nevndarformaður, Leivur Nattestad og Jóhannes (Hanni) D. Hansen. Høgrumegin er tað Klæmint Weihe, næstformaður, Fróði H. Poulsen, kassameistari, og Regin Davidsen, tiltakslimur

Bara formlig samtykt av roknskapinum var á skrá á eykaaðalfundinum, og tað sást aftur á uppmøtingini. Vinstrumegin borðið er tað Karl Jóhan Nielsen, nevndarformaður, Leivur Nattestad og Jóhannes (Hanni) D. Hansen. Høgrumegin er tað Klæmint Weihe, næstformaður, Fróði H. Poulsen, kassameistari, og Regin Davidsen, tiltakslimur

Nevndin í Krígssavninum heldur fram óbroytt. Vinstrumegin frá er tað Karl Jóhan Nielsen, formaður, Marna Jacobsen, skrivari, Magnus á Stongunum, nevndarlimur, og Fróði H. Poulsen, kassameistari. Klæmint Weihe, næstformaður, vantar á myndini

Krígssavnið: Krígssavnið hevði sín aðalfund í seinasta mánaða, tá øll nevndin varð afturvald, men av tí at grannskoðarin var burturstaddur tá, varð neyðugt at hava ein eykaaðalfund, tá roknskapurin var liðugt grannskoðaður og formliga undirskrivaður. Tann eykaaðalfundurin hevur nú verið.

Á regluliga aðalfundinum greiddi Karl Jóhan Nielsen, nevndarformaður, frá um farna árið, og hann kundi fegnast um stóran vøkstur í talinum av vitjandi í fjør, eftir at tað var fallið nógv orsakað av koronufarsóttini. Í fjør vitjaðu umleið 1.600 fólk savnið, og av teimum vóru 375 útlendingar.

Ein serliga tignarligur gestur var Sonja drotning av Noregi. Hon vitjaði Krígssavnið í 2014, og 10. august í fjør vitjaði hon við sínum fylgi aftur Krígssavnið.

Formaðurin greiddi frá, at arbeiðið at seta savnsbygningin, gamla SOR-bygningin við flogvøllin, í stand gongur so lýðandi, sum pengar eru til tað.

Arbeiða inni og úti
Í løtuni verður arbeitt við at rigga loftið til bóka- og skjalasavn, og har verður eisini ein lesisalur. Jonn S. Hansen, snikkari, hevur umvælt eina hurð har, sum var illa farin, og Havnar Træsmiðja hevur gjørt tríggjar nýggjar hurðar afturat í upprunalíki eftir teim gomlu hurðunum. Regin Poulsen, snikkari, hevur umvælt vindeygu og borð inni á loftinum. Valdemar Lützen Byggibúð í Havn hevur útvegað lás í uppruna sniði til hurðarnar úr Onglandi.

Erhard Jacobsen í Sørvági, bókavørður og fyrrverandi leiðari á Landsbókasavninum, hevur tikið á seg at skráseta bøkurnar hjá Krígssavninum. Hann greiddi sjálvur frá tí arbeiðnum. Savnið eigur longu nógvar bøkur, ið so ella so hava samband við krígsárini, og tað legst alla tíðina afturat.

Erhard Jacobsen greiddi frá, at bøkurnar verða skrásettar eftir galdandi bókasavnsreglum. Hann vónaði at verða liðugur við skrásetingararbeiðið, tá Krígssavnið letur upp aftur fyri vitjandi í mai, og tá verður eisini ein listi yvir allar bøkurnar gjørdur at leggja á heimasíðuna hjá savninum.

Umframt bøkur eigur Krígssavnið eisini eitt umfatandi skjalasavn. Millum annað hevur familjan hjá Niels Juel Arge sála, fyrrverandi útvarpsstjóra og rithøvundi, ið skrivaði fleiri bøkur um krígsárini í Føroyum, latið skjalasavnið, ið lá eftir hann, til Krígssavnið.

General Reconnaissance-høllin, ella GR-høllin, í SOR-bygninginum er nú tømd, so Kell Jensen, múrari, kann fara undir arbeiðið at pussa og mála har.

Uttanfyri hevur Regin Poulsen stoypt garðin út móti bilverkstaðnum Carro, og nú skal rimaverk setast á hann. Formaðurin greiddi frá, at teir báðir Jalgrímur Jacobsen og Símun Joen Jacobsen ókeypis hava málað viðin til rimaverkið tvær ferðir.

Leiga uttanumøki út
Upprunaliga gingu tvær barakkir úr SOR-bygninginum – verandi savnsbygningi – onnur eystureftir og hin vestureftir, og tær skulu eisini byggjast uppaftur sambært krígssavnsverkætlanini. Men tað verður ikki, fyrr enn pengar eru tøkir til endamálið, og fyri at útvegað savninum meira pengar, hevur nevndin leigað stóran part av lendinum rundan um bygningin til Vága Floghavn og J&K Petersen, ið stendur fyri stórarbeiðnum, sum er í gongd at víðka parkeringsøkið við flogvøllin.

Leigumálið gongur fram til á várið 2026, men Karl Jóhan Nielsen segði í sínari formansfrágreiðing, at tað er avtalað, at leigumálið ikki skal forða fyri at fara undir ta vestaru barakkina sum skjótast.

Seinasta gávan
Lars Larsen, ein av stóru undangongumonnunum, tá tað um føroyska flogferðslu ræður, doyði í januar 96 ára gamal, og í sambandi við jarðarferðina heitti familjan á tey, ið vildu minnast Lars, at kundu lata Krígssavninum eina peningagávu.

Hesa gávu vóru tey á Krígssavninum sera takksom fyri, segði Karl Jóhan Nielsen, og tey mintust við virðing Lars Larsen og hansara stóru vitan um virkið hjá bretum í Vágum undir krígnum.

Søguríkar bindimaskinur
Krígssavnið fær eisini framhaldandi savnslutir frá fólki, greiddi formaðurin frá, og millum seinastu lutirnar eru tvær bindimaskinur, ein minni og ein nakað størri.

Karl Jóhan Nielsen greiddi frá serligu søguni um bindimaskinurnar, ið hann helt lýsa so væl umstøðurnar og áræðið, ið eyðkendi serstakliga einkjur og børn, sum mitt í stórari sorg eftir at hava mist mann og pápa, vóru noydd at finna upp á okkurt at lívbjarga sær, tí ongin almenn hjálp ella trygging var at bøta um missin av forsyrgjara.

Sunnuvá Haraldsen í Miðvági hevði útvegað sær ta minnu bindimaskinuna, eftir at hon hevði mist mannin Jens Jakku av turberklum í 1914, undir Fyrra Heimsbardaga. Hon sat eftir við eitt ára gomlu dóttrini Ragnhild og bar næstu dóttrina, Jensiu, undir brósti.

Men Sunnuvá breyt upp um armar, fekk sær bindimaskinu og fór at binda fyri fólk.

Ungar einkjur
Lagnan vildi tað soleiðis, at báðar døturnar eisini gjørdist einkjur á ungum árum og við smáum børnum. Tað hendi í stóra sorgarleikinum, tá Nýggjaberg fórst í 1942. Ragnhild sat eftir við tveimum smádreingjum undir fýra ár, og Jensia sat eftir við einari hálvt annað ára gamlari dóttur og einari undir brósti.

Ragnhild fór út at arbeiða, men Jensia útvegaði sær ta størru bindimaskinuna og fór at binda fyri fólk saman við mammuni.

Tað er Hannefía, eldra dóttir Jensiu, sum nú hevur latið Krígssavninum tær báðar bindimaskinurnar, og hon hevur greitt frá, at hon minnist tær báðar hava staðið í stovuni á Tormansbakka allan sín barndóm. Har sótu møðgurnar, Sunnuvá og Jensia, báðar einkjur, so og bundu fyri fólk, heit undirklæði, troyggjur, hosur og annað.

Karl Jóhan mintist, at tær eisini bundu heit klæði upp á pápa sín, dykkaran Dánial í Vatnsoyrum.

Seinastu krónurnar uttaneftir
Vinnulívsmaðurin Magni Arge, fyrrverandi fólkatings- og løgtingslimur og fyrrverandi stjóri í Atlantsflogi, hevur átikið sær uppgávuna at royna at útvega stuðul, í fyrsta lagi frá vinnulívinum, til krígssavnsverkætlanina. Samlaði fíggjartørvurin er mettur at vera umleið 10 milliónir krónur, og tað er langt síðan avgjørt, at peningur ikki skal lánast til verkætlanina.

Eftir formansfrágreiðingina segði Magni Arge frá sínum arbeiði. Tað gongur hampuligt at fáa tilsagnir um stuðul, men hann er ofta treytaður av, at onnur koma við somu upphædd. Higartil hevur hann bara roynt eftir stuðli í Føroyum, men sjálvt um tað er ynskiligt, at allur peningurin til krígssavnsverkætlanina er føroyskur, so væntaði Magni Arge, at tað helst fór at verða neyðugt at leita sær út um landoddarnar eftir teimum seinastu krónunum.

Magni Arge greiddi eisini frá, at hann hevði hitt stjóran á bretska Royal Army Museum, sum hevði bjóðað Krígssavninum samstarv. Samstarvið merkir, at Krígssavnið fær somu atgongd til hjálp, møguleikar at læna lutir og ymiskt annað, sum onnur søvn í Bretlandi.

Avlopið meira enn tvífaldað
Sjálvt um raksturin av savninum verri enn so røkkur til einsamallur at fíggja stóru savnsverkætlanina, so gongur tað avgjørt rætta vegin við rakstrinum. Tað kundi Fróði H. Poulsen, kassameistari, vísa í síni roknskaparframløgu.

Avlopið í fjør var 576.898 krónur, sum er meira enn tvífalt so nógv sum í 2022, tá tað var 277.562 krónur. Næstan allar týðandi útreiðsluupphæddir minkaðu í fjør, so at útreiðslurnar samanlagt minkaðu við stívliga 70.000 krónum. Samstundis øktust inntøkurnar við umleið 230.000 krónum. Her munaði tað væl, at upphæddin við privatum stuðli og gávum vaks við 100.000 krónum, leiguinntøkurnar frá lendinum rundan um SOR-bygningin táttaðu eisini í 100.000 krónur, og økta vitjanartalið sást eisini væl aftur í roknskapinum – tað vaks úr umleið 49.000 krónum upp í umleið 85.000 krónur.

Roknskapurin bleiv einmælt samtyktur á eykaaðalfundinum í síðstu viku.

Nevndin óbroytt
Á regluliga aðalfundinum stóðu Karl Jóhan Nielsen og Klæmint Weihe fyri vali, og blivu teir báðir afturvaldir uttan mótvalevni. Nevndin hevur skipað seg á sama hátt sum í fjør: Karl Jóhan Nielsen, formaður, Klæmint Weihe, næstformaður, Fróði H. Poulsen, kassameistari, Marna Jacobsen, skrivari og Magnus á Stongunum, nevndarlimur.

Tiltakslimirnir Regin Davidsen og Poul Arni Jacobsen blivu eisini afturvaldir uttan mótvalevni, og einasta broytingin er raðfylgjan hjá teimum. Í fjør vann Poul Arni lutakastið og bleiv fyrsti tiltakslimur, men í ár vann Regin, so nú er hann fyrsti tiltakslimur.

Nevndin í Krígssavninum heldur fram óbroytt. Vinstrumegin frá er tað Karl Jóhan Nielsen, formaður, Marna Jacobsen, skrivari, Magnus á Stongunum, nevndarlimur, og Fróði H. Poulsen, kassameistari. Klæmint Weihe, næstformaður, vantar á myndini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo