Í gjár, hósdagin 14. mars, var Dennis Holm, landsstýrismaður í Fiskivinnu- og samferðslumálum á vitjan í Vága kommunu, skrivar Vága kommuna.
Byrjað varð við einum miðmála og framvísing á Fiskastykkinum úti á Gjógv, áðrenn leiðin gekk á kommunuskrivstovuna, har Bjarni Prior, borgarstjóri hevði eina framløgu fyri landsstýrismanninum um ætlanirnar hjá býráðnum í Vága kommunu, og høvdu teir aftaná eitt prát um avbjóðingar og felags áhugamál á samferðsluøkinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo