Sambært Vága Floghavn so komu um 123.300 útlendingar til Føroya í 2023.
Hetta talið eru øll ferðafólk sum koma loftvegis til Føroya og sum hava adressu í øðrum landi, tvs. umfatar eisini føroyingar sum búgva uttanlands.
Sambært landsstýrismanninum Høgna Hoydal, so er ætlanin at hækka náttúrugjaldi á 150 krónur, men nevnt verður ikki, hvussu nógv.
Landsstýrismaðurin segði, at talan verður eisini um navnabroyting soleiðis at tað í framtíðini skal gerast eitt burðardygdargjald og ikki náttúrugjald.
Útrokningin niðanfyri er fyri gjøldini 150, 300 og 450 kr. og er bert galdandi fyri loftvegis ferðafólk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo