Grækarismessuhald verður í viðarlundini í Miðvági sunnudagin 10. mars kl. 14.00. Teir skótar ið vilja verða við í skúgonguni, mugu vera í skótahúsinum kl. 13.45 har tey fáa fløgg og stilla upp til skúgongu yvir í viðarlundina.
Vágakórið syngur og Súsanna Mortensen úr Kvívík heldur grækarismessurøðu. Aftaná bjóðar Skótalið Mikkjals á Ryggi kaffi og te, og skótarnir fara at hava tombolasølu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo