Á hesum økinum sum verður grivið út nú á flogvøllinum í Sørvági fara at standa - eftir ætlan - tveir hangarar og eitt parkeringshús.
Arbeiðið at grava út byrjaði í oktobur 2023, og sambært stjóranum í Vága Floghavn, Regin Jakobsen, so verður mett, at alt verður liðugt í 2026.
Sjálvt økið sum Vága Floghavn hevur útvegað sær til útbyggingina liggur um einar 180.000 fermetrar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo