Vinnuhúsið: Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Atlantic Workers Union hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmála fyri tvey tey komandi árini.
Semjan er á sama støði, sum semjan við arbeiðarafeløgini, sum var gjørd í juni og var tann fyrsta í samráðingarrunduni 2020-2022.
”Felagið hevur í samráðingunum havt virðing fyri tí støðu flogvinnan er í, og báðir partar hava verið semjusøkjandi”, sigur Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag.
Eisini Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag fegnast um at komið er á mál í hesum samráðingunum, og at tað eydnaðist at røkka eini semju, sum báðir partar eru nøgdir við. “Ein orsøk til hetta er, at báðir partar høvdu eina felagsfatan av støðuni í flogvinnuni”, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo