Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Eftir drúgvan steðg byrjar Vágakórið aftur at venja mánakvøldið, 7. september kl. 19:00. Kórið hevur fingið avtalu við Rúnu á Rógvu um at vera kórleiðari, og tað eru vit í nevndini sera glað fyri, og bjóða vit Rúnu hjartaliga vælkomna í Vágakórið.

Rúna á Rógvi er ættað úr Vestmanna, men býr í Sandavági. Hon hevur lisið tónleikavísind á Aarhus Universiteti. Rúna og familja hennara fluttu aftur til Føroya í 2013 eftir nærum 8 ár í Danmark, har hon var virkin í tónleika- og kórlívinum á universitetinum. Rúna hevur undirvíst á Miðnámi á Kambsdali, síðani hon flutti til Føroya aftur. Hon gleðir seg til samstarvið við Vágakórið, og hóast krúnufarsóttin herjar, so verður spennandi at fara í gongd við eitt nýtt kórár, har bæði almennu tilmælini og sanggleðin fær rúmd.

- Vit bjóða fegin nýggjum sangarum, bæði ungum og eldri, royndum sum óroyndum, við í Vágakórið og saman við okkum gera kórið til eitt fjølbroytt oyggjakór. Vit merkja týdningin av at hava eitt kór í oynni og eru fegin um, at vágafólk stuðla, tí ofta eru boð eftir okkum, tá eitthvørt tiltak er bæði til gaman og álvara.

- Vit gleða okkum at møtast aftur og vóna at síggja nógv nýggj andlit í kórium eftir summarsteðgin, sigur nevndin í Vágakórinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo