Atlantsflog: Í sambandi við, at íslendsku myndugleikarnir hava ásett krav um, at øll ferðafólk skulu í sóttarhald í minsta lagi fimm dagar frá 19. august 2020, er grundarlagið fyri ferðavinnu og harvið eisini flúgvingini millum Føroyar og Íslands burtur. Tí hevur Atlantic Airways gjørt av at steðga allari flúgving millum grannalondini, so leingi, kravið um sóttarhald stendur við.
Flogið verður til Íslands komandi fríggjadag t. 21. august 2020, soleiðis at ferðafólk, ið ferðast í Føroyum ella í Íslandi, kunnu koma uppá pláss aftur, og eftir hetta verður øll onnur flúgving til Íslands í august mánaði avlýst.
Støða verður tikin so hvørt, um talan verður um fleiri avlýsingar, og hetta verður kunngjørt á heimasíðu okkara atlantic.fo. Ferðandi, sum hava keypt ferðaseðil til Íslands, fáa beinleiðis boð, verður teirra fráferð avlýst.
Serskipanirnar longdar
Serskipanirnar hjá Atlantic Airways, sum fevna um broyting av ferðaseðlum og tilgóðarseðlar uppá fullu ferðaseðlaupphæddina, eru longdar og eru nú galdandi til 31. oktober 2020.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo