Í samband við at fleiri nýggir korona tilburðir eru staðfestir seinasta samdøgurði, verður fundur í korona bólkinum hjá kommununi um støðuna.
Eftir ætlan skulu stovnarnir lata upp aftur mánadagin, men fundur verður í morgin fyrrapart har støða verður tikin til um kommunan skal seta nøkur tiltøk í verk.
Annars mælir kommunan til at verandi tilmæli, sum enn eru galdandi, framhaldandi verða hildin.
Kunning til foreldur um avgerðir og tilmælini kemur á heimasíðuna hjá Vága kommunu www.vaga.fo seinnapartin í morgin.
Eyðdis Hartmann Niclasen
borgarstjóri
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo