07 Vestur: Á frálíkari útferð í Tindhólmi undirskrivaði málverjin, Rafael Veloso, leingjan av sáttmálanum, so hann verður í 07 Vestur komandi árini. Eisini Predrag Jeremic hevur longt sáttmálan.
26-ára gamli portugisiski málverjin hjá 07 Vestur hevur við hesum bundi seg til felagið komandi tvey árini. Rafael kom til 07 Vestur úr íslendska ÍBV, men hevði frammanundan verið í Valdres í noregi og fleiri feløgum í Portugal. Rafael leikti annars ungdómsárini við portugisiska stórfelagnum Sporting Clube de Portugal, á teirra U15, U17 og 19-liðum.
Eisini 32-ára gamli Predrag Jeremic hevur longt sáttmálan. Eins og Rafael kom Predrag til 07 Vestur í ár. Predrag hevur eina longri yrkisleið í serbiskum fótbólti, har álopskendi miðvallararin hevur umboðað fleiri feløg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo