Nú er badmintonvenjingin byrjað aftur. Venjing er á Giljanesi fríggjadagar kl.16 - 20, harav er familjubadminton kl.18 - 20. Hósdagar kl. 20 – 22 er venjing fyri vaksin og pensjónistar.
Miðvágs Badmintonfelag hevur ein Facebook vanga, har tey í næstum fara at leggja hesar venjingartíðir út. Poul Poulsen sigur, at øll eru vælkomin, roynd sum óroynd, og man nýtast ikki at melda seg til, og eru spurningar eru tit vælkomin at senda teir umvegis Facebook vangan hjá felagnum ella við at seta seg í samband við seg á tel. 290011.
Í vikuskiftinum varð Yonex Open, ein spennandi badmintonkapping hildin í Badmintonhøllini í Havn. Kappingin var fyri leikarar á A- og B stigatalvuni hjá BSF. Leikt var í einmansleiki og tvímansleiki í bólkunum U15, U17/19 og vaksin.
Árant á Mýrini í Sandavági hjá Herborg á Mýrini og Poul Poulsen vann silvur í einmansleiki og tvímansleiki og bronsu í blandaðum tvímansleiki.
Niðanfyri síggjast myndir av vinnarunum av Yonex Open kappingini:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo