Vestanstevna er í Miðvági hetta vikuskiftið.
Kappróður er ein stórur partur av stevnuni, og ikki minst nú korona setur sín dám á og avmarkar tiltøkini sum annars plaga at vera.
Róðrasambandið hevur fullfíggjað yvirlit yvir startrøðina - tað sæst her. Fyrsti róðurin, sum er barnaróður, byrjar longu klokkan 13.15.
Kringvarpið sigur frá hjá teimum eldru, frásøgnin byrjar áleið klokkan 16.
Av øðrum tiltøkum kann nevnast málningaframsýning í Listastovuni, tivoli og útikonsert við Jens Marna Hansen klokkan 22. Á midnátt flytir borgarstjórin, Eyðdis H. Niclasen fram miðnáttarrøðu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo