Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Frágreiðingin “Air Base In The Faroes” samanfatar í stuttum gongdina í flogvallarmálinum og sæst í krígsdagbókunum fyri Vágar, sum nú eru almennar á www.nielsjuel.fo.

Winston Churchill kunngjørdi 11. apríl í 1940, at Føroyar vóru í ferð við at verða hersettar. Tá var hann framvegis flotamálaráðharri. Hann segði, at bretar fóru at gera seg galdandi í Føroyum bæði sjóvegis og í luftini.

Tann 12. apríl komu tvey bretsk skip á Havnina og boðaðu frá, at hersetingin, Operation Valentine, var sett í verk, og dagin eftir komu hermenninir.

Eitt kanningarlið var við frá byrjan at vita, um flogvøllur kundi gerast í Føroyum. Niðurstøðan gjørdist, at tað bar ikki til.

Spurningin tók herflotaleiðslan uppaftur við ráðharran í flogmálum tann 23. mai í 1941.

Loftverjumálaráðið svaraði 2. juni, at ætlanin var ógjørlig at fremja í verki, tí ongi hóskandi øki vóru í Føroyum at gera flogvøll á, og haraftrat var veðrið í oyggjunum óvanliga ringt.

Málið varð umrøtt fleiri ferðir eftir hetta, og loftverjumálaráðið helt allatíðina ímóti.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo