Nýggju íbúðirnar Undir Bólheyggi í Sørvági verða helst tiknar í nýtslu fyrst í nýggja árinum, sambært stjóranum í Bústaðir.
- Talan er um 5 íbúðir á 82 fermetrar, sum Westtech byggir fyri okkum, sigur Andras Róin.
- Arbeiði hevur gingið væl, og verður nú arbeitt við at gera tær lidnar innan.
- Eftir ætlan verða íbúðirnar tiknar í nýtslu fyrst í komandi ár, sigur stjórin í Bústaðir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo