- Og viðvíkjandi brúnni út í Hólm, hava vit skund, hon er í ringum standi. Umvæling er ein møguleiki, men niðurstøðan er, at tað er bíligari at gera eina nýggja brúgv, sigur samferðsluráðharrin Jørgen Niclasen í eini uppdatering á sínum Facebook-profili, eftir arbeiðsørini í Mykinesi saman við stjóranum á Landsverki og borgarstóranum í Sørvágs kommunu.
- Ørindini vóru møguligar betringar á lendingina og eisini brúnna út í Mykineshólm.
- Vit høvdu samrøður við køn í sigling til Mykinesar. Vit fara nú at gera eitt nýtt uppskot til betringar í gjónni í Mykinesi.
- Á vegnum út í Hólm komu vit á nýggju gøtuna, sum onkur vil hava burtur. Øll ferðafólkini hildu seg nú á gøtuni, tað gjørdu tey ikki fyrr, skrivar Jørgen Niclasen.
Var arbeiðsørindi í Mykinesi í gjár saman við m.a. stjóranum á Landsverki og borgarstóranum í Sørvágs Kommunu. Ørindini...
Slået op af Jørgen Niclasen i Tirsdag den 21. juli 2020
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo