Sørvágs kommuna: Grundstykkini á Middagsvarða vóru í morgun avhendað Sørvágs kommunu.
S/pf K.J.O. hevur staðið fyri arbeiðinum, sum byrjaði fyri einum ári síðani.
Í fyrstu syftu var ikki ætlanin at planera stykkini, men av tí at nógv skuldi spreingjast, varð gjørt av at planera øll stykkini.
Seinni í ár, tá matrikkuleringin er gjørd, verða stykkini klár at selja.
Støddin á grundøkjunum er í millum 615 fermetrar til 852 fermetrar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo