Almanna- og Mentamálaráðið: Pegagogfelagið vitjaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, í gjár, 12. apríl 2023.
Endamálið við vitjanini var at umrøða, hvørjar ætlanir landsstýriskvinnan hevur á sínum málsøki, og fyri viðurskiftini hjá limunum í Pedagogfelagnum.
Á fundinum nýtti Pedagogfelagið høvið at greiða frá sínum sjónarmiðum, og vísa á týdningin av, at starvsfólk verða tikin við í tilgongdini, tá ið broytingar verða gjørdar og ætlanir verða lagdar.
Landsstýriskvinnan greiddi frá, hvørjar ætlanir hon hevði á økinum, og at hon sær fram til gott samstarv við Pedagogfelagið hetta valskeiðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo