Fólkaflokkurin: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna, spurdi landsstýrismannin í samferðslumálum, Dennis Holm, hví einki radiosamband er í Viðareiðistunlinum.
"Um viljin er til staðar, soleiðis at øll verða javnstillaði, tá tað kemur til at hoyra útvarp í tunlunum, kemur útvarp í allar tunlarnar.
Tað er einfalt.
Men tað sær út til at samgongan ikki hevur nakran vilja yvirhøvur, tí tey hava langt síðani mist sambandið við norðoyingar og fólki norður um fjall."
Hoyr brot úr røðuni niðanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo