Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning eftir § 52a í tingskipanini til Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, um løðing av el-bilum

Spurningar:
1. Í hvønn mun metir landsstýrismaðurin, at infrakervið til løðing av el-bilum er nøktandi til verandi og komandi eftirspurning á økinum?

2. Hevur landsstýrismaðurin í hyggju at fremja ítøkilig átøk fyri at betra um møguleikan hjá teimum, sum ikki eiga ein matrikul, at løða bilin annaðhvørt við einari heimaløðistøð onkursvegna ella fyri ein kostnað, sum samsvarar meira við kostnaðin á heimaløðistøð?

Svar:
Til spurning 1:

Infrakervið til løðing av el-bilum er undir útbygging og sum gongdin hevur verið, hevur útbyggingin í ein stóran mun fylgt tørvinum. Útlátsminkingin og skiftið frá olju til varandi orkukeldur krevur umfatandi tøk á fleiri økjum. Ferðsla er eitt teirra, og við teimum ætlanum vit hava á veðurlagspolitiska økinum, skulu vit næstu árini gjøgnumføra eina umlegging, so vit í 2030 hava lagt alla ferðslu um til varandi orkukeldur.

Í løtuni er stór menning á varandi orkuøkinum, eitt nú innan ferðslu og el-bilar. Av hesi orsøk er tað trupult at planleggja langt fram í tíð. Umframt at bilarnir fáa størri og størri battaríir fáa løðistøðirnar størri og størri kapasitet. Tað merkir at til ber at løða el-bilar skjótari og skjótari tá tørvur er at løða el-bilin í almenna rúminum. Tað er ikki óhugsandi, at vit skjótt kunnu løða líka skjótt sum vit fylla bensin í tangan í dag. Umráðandi er tó at viðmerkja, at løðing av el-bilum í størst møguligan mun eigur at fara fram tá minst trýst er á el-skipanini, so sleppast kann undan stórum íløgum, bæði í net og framleiðslu. Við snildari løðing kunnu el-bilarnir løðast tá orka er tøk. Vit fáa sjálvandi tørv á at útbyggja infrakervið munandi í umleggingini, og neyðugt er at útbygging og tøkni ganga hond í hond.

Til spurning 2:
Treytin fyri at løða til ein lægri prís er snildløðing, t.e. at SEV í ein ávísan mun kann stýra løðingini. SEV er í ferð við at menna eina skipan við gestaløðing, soleiðis at tað verður gjørligt at skilja ímillum tann sum løðir og tann sum varðar av heimaløðistøðini, tvs. at tað verður tann sum løðir, sum rindar fyri løðingina. Tað kann so vera t.d. felagið sum eigur arbeiðsbilin ella leigarin hjá tí sum hevur heimaløðistøðina.

Umhvørvismálaráðið, 14. apríl 2023
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo