Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Seinastu kvøldini hava vit sæð sendingar í sjónvarpinum um føroyska dansin í Sumba. Talan er um upptøkur frá 1977, og sigast má, at tað er sera gott, at tilfarið er varðveitt í Noreg, so tað nú kundi vísast fyri okkum í Føroyum. 

Leygarkvøldið 18. mars var Gunnar Restorff í Sumba og vísti upptøkurnar fyri fólki har í bygdini og øðrum áhugaðum. Eg var sjálvur millum tey, sum sluppu at síggja hesa frálíku sending, sum Gunnar  vísti okkum í samkomuhúsinum í Sumba. Ein stór og óglymandi uppliving at síggja hesi fólkini aftur. Talan var um bæði skyldfólk og vinfólk, sum man hevur livað ímillum, og sum ikki longur eru okkara millum. Eisini var stuttligt at síggja tann livandi barnadansin.

Eg vil takka teimum, sum á sinni tóku dansin upp, og teimum, sum síðani hava gjørt hesa sending til veruleika. Hetta er ein uppliving, sum eg seint fari at gloyma. Best av øllum er, at eftirtíðin altíð leita tílíka serstaka mentan fram aftur. 

Henrik Old

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo