Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyri fáum árum síðani brúktu vit hundraðtals milliónir av krónum uppá stríðið móti koronu, og hetta stríðið vunnu vit. Lat okkum nú veruliga gera tað, sum skal til fyri at koma rúsevnisforbannilsinum til lívs.

Vit mugu og skulu í holt við at implementera stóru ætlanina at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum. At fáa gongd á hetta arbeiðið merkir munin á lív og deyða fyri alt ov nógv menniskju.  

Arbeiðið við fyribyrging skal uppraðfestast, fyri at halda børnum og ungum frá at gerast misnýtarar. Og nógv fólk hava ein leiklut í stríðnum móti narkotika. Eitt miðvíst arbeiði skal gerast í skúlunum og allastaðni, har ung eru virkin, umframt at vit vaksnu, sum arbeiða við børnum og ungum, skulu læra at síggja, nær vandi er á ferð, og síðani duga og tora at leggja uppí, tá tað er neyðugt.

Hoyrdi tveir politistar frá narkopolitinum greiða frá teirra arbeiði í heimliga narkoumhvørvinum, og hetta var ikki tespiligt at leggja oyra til. Sterkir bólkar berjast um narko-marknaðin og arbeiða hart fyri at fáa marknaðin at vaksa, so hesi illtýggini kunnu vinna sum mest. Millum amboðini er at fáa ungfólk at selja til ungfólk, og tað hendir seg meira enn so, at restir av narkonýtslu liggja og flóta við skúlar og aðrastaðni á vegnum.

Uppfinnsemið tekur ongan enda, tá ið hetta fjandans eitur skal smuglast til landið. Við posti, sjóvegis og loftvegis, innvortis og væl krógvað í viðføri ella í akfari. Stríðið stendur móti sterkum og eirindaleysum fíggindum, og tað krevur beinharða politiska raðfesting. Løgreglan ynskir sær betri arbeiðsumstøður og fleiri fólk, tí málini at kanna og slóðirnar at fylgja gerast fleiri og torgreiddari.

Vit frætta javnan, at hald verður lagt á stórar peningaupphædir, sum stava frá sølu av rúsevnum. Kanningarleiðari hjá løgregluni hevur í tíðindunum heitt á handilsfólk og onnur um at hava eitt vakið eygað við stórum peningaupphæddum, sum fara um handilsdiskarnar. Vónandi verður hendan áheitan tikin í álvara.

Neyðugt er eisini at syrgja fyri, at tollarar fáa umstøður til at gera tað týdningarmikla eftirlitið, bæði av fólki og av bilum, sum koma til landið við Norrønu. Tað er alt ov lítið pláss til slíkt arbeiði á Eystaru bryggju, og vit skulu syrgja fyri betri umstøðum í Tórshavnar Havn.

‘Varðveit smálomb undan ørn’, yrkir Grundtvig í sálmi. Okkara ungdómur hevur brúk fyri, at vit gera alt fyri at steðga tí narko-forbannilsi, sum tíverri eisini er veruleiki í okkara landi. 

Kristianna Winther Poulsen
Tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo