Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Løgtingið samtykti í dag við 3. viðgerð verklagslógirnar um at umbyggja og útbyggja miðnámsskúlan á Kambsdali og eftirskúlan Rásina í Saltangará.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, fegnast um, at tað nú kann farast undir báðar verkætlanirnar, ið hava stóran týdning fyri skúlarnar báðar.

##med2##

Um- og útbyggingin av miðnámsskúlanum á Kambsdali er triðja byggistig og seinasti liðurin í heildarætlanini frá 2012 um út- og umbygging í sambandi við samanlegging av miðnámsskúlanum á Kambsdali. Hesin parturin av verkætlanini fevnir m.a. um at nýbyggja náttúruvísindaliga økið og útbyggja felagsøkið, køkin og undirvísingarhølir.

Við um- og útbyggingini av Rásini í Saltangará verða karmarnir í skúlanum víðkaðir soleiðis, at skúlin fær búpláss til 7 næmingar afturat, í alt 14 næmingar, og kann taka næmingar upp á hvørjum ári. Higartil hevur skúlin bert tikið upp næmingar annaðhvørt ár. Bygdur verður ein nýggjur bygningur omanfyri verandi bygning, ið verður í tveimum hæddum við kamarslon  á ovaru hæddini og undirvísingarhølum og felagshølum á niðaru hæddini. Ein millumbygningur verður bygdur, ið knýtir gamla og nýggja bygningin saman. Í hesum millumbygningi verður m.a. nýggjur køkur gjørdur.

Eftir ætlan skulu um- og útbygdu skúlarnir verða klárir at taka í nýtslu á sumri 2025, tá skúlaárið byrjar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo