LS: Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, hevur gjørt av at seta Gunnvá Guttesen sum varastjóra á Landssjúkrahúsinum. Gunnvá verður samstundis partur av leiðsluni fyri samlaða Sjúkrahúsverkið.
Gunnvá Guttesen er 52 ára gomul, varð útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1997 á Bispebjerg Hospital og hevur starvast í føroyska heilsuverkinum síðani 2001. Hesi árini hevur Gunnvá verið bæði varaleiðari og deildarleiðari á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, umframt at hon sum verkætlanarfólk var við at verkseta talgildu heilsuskipanina í Føroyum.
Seinastu fimm árini hevur Gunnvá verið depilsleiðari á Medisinska deplinum og eigur ein týðandi leiklut í stóru menningini av størsta deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Nýggi varastjórin hevur eina breiða vitan um sjúkrahúsverkið, hevur góðar leiðsluførleikar og dugir væl at fáa fólk við. Hetta eru góðir eginleikar at hava í arbeiðinum at sameina Sjúkrahúsverkið.
Gunnvá Guttesen tekur við starvinum sum varastjóri tann 1. juni 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo