Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Fyrrapartin í dag hitti indiska sendikvinnan í Danmark, Pooja Kapur, Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum í Tinganesi. Sendikvinnan er á arbeiðsferð í Føroyum.
Á fundinum umrøddu landsstýrismaðurin og sendikvinnan møguleikar fyri samstarvið millum India og Føroyar, og hvussu eitt styrkt samstarv kann skipast í formligar karmar.
”India verður í næstum heimsins fólkaríkasta tjóð, og India hevur ein skjótt vaksandi búskap. Eg síggi stórar møguleikar í at menna samstarvið við India á handilsøkinum og á øðrum økjum, eitt nú innan mentan, gransking, útbúgving og heilsu,” sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo