Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Tað eru bert smá 27% av føroyingum, sum halda, at eftirlitið við útlendskum fiskiskapi er gott, meðan næstan 47% siga, at eftirlitið ikki er nóg gott.
Tað vísir ein nýggj spyrkanning, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur umbiðið. Kanningin varð gjørd áðrenn avdúkingarnar í DR og øðrum norðurlendskum miðlum um russiska njósning herfyri. 700 fólk eru spurd í kanningini.
Tað skapti nakað av øsing fyrr í vikuni, tá eini 10 russisk skip lógu uttanfyri Tinganes. Tað er sjáldan, at so nógv russisk skip síggjast samstundis á Havnini. Og ivamál eru eisini um, hvørji ørindi nøkur av hesum skipunum hava kring Føroyar. Tvey av teimum – Lira og Melkart-5 - eru undir illgruna fyri njósning og sabotagu í Norra og Svalbard. Illgruni er sostatt um, at russisk fiski- og granskingarskip – eisini tey, ið vitja á okkara leiðum - verða brúkt til hernaðarlig endamál.
Kanningin hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi vísir eisini, at næstan annar hvør føroyingur heldur, at vit eiga at lata havnirnar aftur fyri russiskum skipum, meðan smá 35% siga, at tær framhaldandi skulu vera opnar.
Í løtuni eru tað bara føroyskar havnir umframt tríggjar havnir í Norra, sum eru opnar fyri russiskum skipum í vesturevropa.
Nakað av óvissu er sjálvandi knýtt at kanningini, sum verður almannakunngjørd komandi vikurnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo