Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-077/2022 frá Bárði av Lakjuni, løgtingsmanni, settur Djóna N. Joensen, landstýrismanni, um ógreiðu um málmenningartilboð frá Sernámi til foreldur at børnum við Down syndromi

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørji málmenningartilboð standa foreldrum at barni við Down syndromi í boði frá Sernámi?

2. Fáa øll tilboð og hjálp?

3. Hvussu ber tað til, at øll ikki siga seg fáa sama málmenningartilboð frá Sernámi?

4. Hví siga leiðarin fyri Sernám og landsstýrismaðurin eitt, meðan brúkarar hjá Sernámi siga nakað heilt annað?

Svar
Til 1: Tá talan er um tey allaryngstu ella nýføðingar, sum eru fødd við tarni/týðuligum tørvi, fær Sernám sum oftast hesi boð beinleiðis frá Landssjúkrahúsinum. Tá byrjar samstarvið heima við foreldrini, síðan saman við dagstovninum og heldur fram har. Fyrstu fakfólk, sum tá verða knýtt til, eru oftast ein fysio-/ergoterapeutur og ein audiologopedur/logopedur, vanliga nevnt taliráðgevi.

Onnur fakfólk, ið talan kann verða um, eru sernámsfrøðiligur ráðgevi og sálarfrøðingur.

Fyri nøkur kemur staðfestingin av Down Syndromi seinni ella sambandið byrjar, tá barnið flytur til Føroya.

Sernám hevur førleikar at arbeiða við fleiri ymiskum málmenningaramboðum. Fyrsti partur av samstarvinum við foreldrini er at fáa vitan og geva amboð í mun til fyrsta samskifti hjá barninum. Øll børn eru ymisk, og vil eitt og sama amboð ikki vera rætta val til øll, um tað skal stimbrað eitt nú málsligu menningina hjá barninum.

Fyri nøkur børn við Down Syndrom hevur eisini verið skipað fyri Karlstad netverki við uttanhýsis ráðgeva úr Danmark. Talan er um eina øðrvísi tilgongd til málmenning, enn tann tvørfakliga, sum Sernám annars stendur fyri. Sernám setir ikki nýggj netverk í gongd innan hetta økið, tí mett verður, at barnið fær hjálp við hinum tænastunum, sum Sernám veitir. Umhugsað verður tó, í hvønn mun hetta ískoytistilboð eigur at verða veitt, um foreldur, stovnar og netverk annars ynskja tað. Ein serstøk skipan skal helst gerast um hetta.

Til 2: Øll børn við Down Syndromi, sum Sernám kennir til, fáa ráðgeving og vegleiðing. Um barnið er á dagstovni/skúla, er ráðgeving og vegleiðing til foreldur umvegis dagstovn/skúla. Sernám kennir í løtuni til 15 børn og ung við Down Syndromi, sum eru undir 18 ár.

Øll hesi 15 hava fingið ráðgeving frá Sernámi. Í løtuni er ráðgeving í gongd hjá 12 av hesum 15 børnum. Viðvíkjandi hinum trimum, er talan um børn, har foreldur ella serskúli ikki hava ynskt meiri ráðgeving í løtuni.

Til 3: Høvuðsarbeiðið hjá Sernámi er fakliga lagað eftir tørvinum hjá einstaka barninum og umhvørvinum, sum barnið er í. Tað er ymiskt, hvør tørvurin er hjá barninum og hjá dagstovninum/skúlanum, og verða atlit tikin til hesi bæði, tó við barninum í miðdeplinum. Um øll børn skuldi fingið sama átak ella tilboð bjóðað, gagnar tað bara nøkrum av teimum, tí støði ikki verður tikið í tørvi og menning hjá einstaka barninum og tørvinum hjá umhvørvinum, sum barnið er í, í gerandisdegnum.

Til 4: Stjórin á Sernámi hevur innlit í samlaða virksemi hjá stovninum og kann svara í mun til heildina. Tað er hetta, sum landsstýrismaðurin er blivin kunnaður um í sambandi við síni svar. Helst hevur almenna kunningin um virksemi hjá Sernám ikki verið nøktandi, tá hugsað verður um umrøðuna, sum hevur verið í seinastuni. Sjálvandi kunnu sjónarmiðini eisini verða ymiskt og ynskini størri enn Sernám hevur møguleika at veita, innan givnu karmarnar.

Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo