Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Erling Eidesgaard, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Bankaskipanin og aðrar kjarnuskipanir í hesum sambandi

Spurningar:
1. Hvørjar verða avleiðingarnar fyri føroysku bankarnar, fyri peningaflytingar og handil í Føroyum við gjaldskortum, um okkara sjóvegis kaðalsambond til útheimin slitna, eitt nú orsakað av yvirgangi?

2. Metir landsstýrismaðurin, at tað er ráðiligt, at so kritiskur infrastrukturur sum bankaskipan og gjaldsskipanir, login- og lyklaskipanir, ið verða brúktar túsundatals ferðir um dagin, liggja í einum fremmandum landi, ið vit brádliga kunnu verða avskorin frá í langa tíð?

3. Hvørjar eru fíggjarligu avleiðingarnar av at flyta umrøddu skipanir heim? Talan er ikki bara um útreiðslur, men eisini inntøkur.

4. Hvussu nógv nýggj føroysk kt-størv hevði ein heimtøka av hesum skipanum givið?

5. Ætlar landsstýrismaðurin at áleggja føroysku peningastovnunum at flyta hesar skipanir heim?

Viðmerkingar:
Tað eru nú nógv ár síðani (2010) bankaskipanin hjá føroysku peningastovnunum varð flutt frá Elektron á Staravegnum í Havn og til Danmarkar. Allar elektroniskar gjaldingar í føroyskum handlum og ein stórur partur av login- og lyklaskipanunum, ið vit brúka í Føroyum í dag, verða eisini avgreiddar í Danmark. Sostatt liggja stórar og kritiskar kjarnuskipanir í føroyska samfelagnum í Danmark og harvið langt uttan fyri landoddarnar.

Føroyska samfelagið liggur sera fjarskotið, men vit eru von við, at internetsambandið til Danmarkar fyri tað mesta er í lagi. Vit hava vant okkum við hetta, og tað er tí helst ein sjálvfylgja.

Men skuldi sjóvegis kaðalsambandið ímillum Føroyar og umheimin slitnað og verið burtur í eina tíð, kanska dagar, kanska vikur ella mánaðir, so er umráðandi, at kjarnuskipanir sum t.d. elveiting, samskifti og peningakervi ikki liggja lamnar. Vit eru væl stillaði, tá umræður elveiting og samskifti. Men vit eru prísgivin (sitting ducks), tá umræður peningakervi og elektroniskar gjaldingar.

Tað kundi verið í áhuganum hjá føroyingum at styrkt føroyska samfelagið og vinnumøguleikarnar í Føroyum. Tað hevði borið til at lóggivið, at bankaskipan, loginog lyklaskipanir skulu liggja í Føroyum, og soleiðis styrkt um hesar vinnumøguleikar, umframt at styrkt munandi um mótstøðuførið og trygdina í føroyska samfelagnum.

Á Løgtingi, 1. mai 2023
Erling Eidesgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo