Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Seiður í alinótum og kópur á firðunum

Spurningar:
1. Eru hagtøl fyri, hvussu nógvur seiður svimur í alinótunum kring landið?

2. Er eftirlit við, hvussu nógv verður tikið av seiði, tá alifeløgini taka laksin?

3. Eru nøkur átøk ávegis fyri at fyribyrgja, at seiðurin sleppur inn í laksanótirnar?

4. Hevur tøkan av seiði í samband við laksaaling nakra ávirkan á upsastovnin?

5. Eru ætlanir um at geva loyvi til skipaða og burðadygga veiðu av kópi ein part av árinum?

Viðmerkingar:
Tað hevur javnan verið frammi, at kópur og ymisk fiskasløg svimja runt aliringarnar, har aliøkini eru. Alifóður dregur annan fisk at aliringunum. Nógvur fiskur svimur eisini inn í ringarnar, har føðin er. Har fiskurin samlast, samlast kópur eisini.

Sjáldan er so nógvur kópur sæddur á firðum og flesjum í Føroyum. Men loyvt er ikki at skjóta kóp í Føroyum. Kópastovnurin er stórur. Ein kópur etur nógvan fisk. Tí kundi ein skipað og burðardygg veiða verið ein møguleiki.

Serliga smáfiskur ella seiður samlast við alibrúkini. Tað hevur verið ført fram, at hesin seiður, sum seinni eigur at gerast partur av upsastovninum, sum verður fiskaður av okkara upsaflota manglar, tí hann doyr ella verður tikin, tá laksurin verður slaktaður. Alarar siga, at sera ymiskt er, hvussu nógvur seiður er í nótunum. Summir alarar hava tøl fyri, hvussu nógvur seiður verður tikin hvørt ár. Tó spurningurin er, um skipað tøl eru um hjáveiðu.

Skilagott hevði verið at kannað, hvussu nógv samlaða talið av seiði, sum verður tikið á hvørjum ári er, og um eitt skipað og gott eftirlit er við hesum. Og eisini at loysa avbjóðingina við kópi og hjáveiðu í samband við aling. Tí verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 20. apríl 2023
Jóhannis Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo