Heilsumálaráðið: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur tilnevnt nýggja Vísindasiðseminevnd.
Í sambandi við, at nýggja nevndin byrjar sítt virkið, varð skipað fyri fundi í Heilsumálaráðnum í gjár, har landsstýriskvinnan heilsaði uppá nýggju nevndina, og fráfarandi nevndin kunnaði um arbeiðið í nevndini.
- Eg takki fráfarandi nevndarlimunum Ann E. Østerø, Armgarð Arge, Jens Andreassen og Oluf Færø fyri teirra arbeiði í Vísindasiðseminevndini. Somuleiðis fegnist eg um, at nýggja nevndin er sett, og at møguleiki er fyri at nakrir av nevndarliminum kunnu sita eitt valskeið afturat. Hetta er týdningarmikið fyri at tryggja at góða arbeiðið og arbeiðslagið í nevndini heldur fram. Eg ynski nýggju nevndini alt tað besta í arbeiðinum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Endamálið hjá Vísindasiðseminevndini er at tryggja, at heilsuvísindaligar granskingarverkætlanir eru skipaðar á vísindasiðsemiligum tryggum grundarlagi. Sum grundregla, skulu rættindi og tryggleiki hjá royndarpersónum takast framum vísindalig og samfelagslig áhugamál í heilsugransking.
Uppgávan hjá Vísindasiðseminevndini er at meta um og geva loyvi til at seta granskingarverkætlanir í verk í Føroyum.
Minst 7 limir skulu vera í nevndini. Tríggir limir skulu vera fakfólk við granskingarroyndum innan heilsuvísind, og fýra limir skulu vera leikfólk.
Sambært lógini um Vísindasiðseminevndina, skal nevndin veljast av nýggjum eftir hvørt løgtingsval. Nevndin verður vald fyri 4 ár í senn, svarandi til løgtingsvalskeiðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo